Mentan

Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum

Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin 24. september, verður uppi fram til 20. oktober

2021-09-18 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 24. september letur upp listaframsýning hjá listamanninum Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður fríggjdagin klokkan 16, og tá kemur Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag, at røða. Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktober.

Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 14 til 17. Um ein ynskir at vitja uttan fyri hesar tíðir, ber til at seta seg í sambandi við Gamla Seglhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder