Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk barnabók hevur vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Og hetta er aðru ferð, at føroyskur skaldskapur hevur vunnið eina bókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum.
Tað er ongin ivi um, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyskar barnabókmentir, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelag í tíðindaskrivi.
- Bárður hevur ferð eftir ferð prógvað, at bøkur hansara hava eina heilt serliga dygd. Hann hevur flutt mørk í føroyskum bókmentum og fangar bæði børn og vaksin við síni serligu samanseting av dýpd og einfeldni. Vit eru errin og fegnast saman við høvundinum, verður sagt.
Træið er týdd til danskt, slovenskt og fleiri týðingar eru ávegis. Træið hevur fingið White Raven-heiðurslønina, sum er ein altjóða heiður fyri barna- og ungdómsbókmentir. Eisini fekk hon Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald