Seinastu dagarnar hava yvir 600 fólk verið og vitjað auluna í Finsen.
Sjálvboðin tók Stephanie Trónd Larsdóttir stig til at gera ein loppumarknaða, har hon hevði ein dreym um at hjálpa føroyskum fíggjarligum sperdum familjum. Dreymurin gjørdist veruleiki, og loppumarknaðurin hevur eydnast sera væl tveir teir seinastu dagarnar, har yvir 600 fólk hava stuðlað.
Barnabati er sera fegin um, at føroysk listafólk hava latið verk til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Uppboðshaldari verður Hilmar Jan Hansen, og uppboðsølan byrjar í kvøld klokkan 19 í auluni í Finsen.
Listafólkini ið hava latið verk eru: Tróndur Patursson, Regin Jørgensen, Ludvík á Brekku, Joel Cole, Jessica Klevang, Amariel Norðoy, Børka, Jana Johnhardsdóttir og Arnleyg Magnussen.
Allur peningur fer óskerdur til Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald