Mentan

Barnasjónvarp í KVF hvønn morgun

Hvønn morgun frá klokkan 9 til 11 er barnasjónvarp á skránni

2020-03-16 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú, tá ið øll eru heima, fara vit at senda barnasjónvarp, hvønn morgun frá kl. 9.00-11.00. Vit fara at leita í fjøltáttaða savnið hjá KVF.

Hesum boðar Kringvarpið frá í kvøld.

Lagt verður fyri við vælkendu Mumitrøllunum, og síðani er tað Snipp snapp, har børn eru vertir og vísa teknifilmar.

[object Object]

- Á Netflix er røðin Lazy Town, men í okkara savni eitur røðin Letibygd, tey tosa føroyskt og hon verður at síggja, hvønn morgun í barnasjónvarpinum. Røðin um Heidi og fjallaabban er sera væl umtókt og hon verður eisini á skrá, hvønn morgun, sigur Kringvarpið.

Søgurnar hjá Astrid Lindgren eru fleiri í tali, og í savninum eiga vit fleiri søgur, sum hon hevur skrivað. Ein av teimum kendastu er Emil í Lønnebergi og saman við honum, keðir tú teg ongantíð.

Føroyskt barnasjónvarp, hvønn morgun, hvønn seinnapart og hvørt kvøld.

Tey sum hava hug at sova leingi, fáa møguleikan at síggja barnasjónvarpið umaftur seinnapartin, verður lagt afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder