![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, leggur nú uppskot fyri Løgtingið, sum m.a. skal leingja útgjaldið úr Barsilsskipanini úr 48 upp í 52 vikur.
Seinastu nógvu árini hava skiftandi samgongur havt sum mál, at barsilstíðin við gjaldi úr Barsilsskipanini stigvíst skal leingjast upp í eitt heilt ár. Nú ætlar Helgi Abrahamsen at taka seinasta stigið í hesi tilgongdini, skrivar heimasíðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
– Við hesum røkka vit málinum, sum samgongan setti sær fyri, tá samgonguskjalið varð skrivað fyri góðum ári síðani. Vit fáa eina Barsilsskipan, sum gevur rætt til 52 vikur við bæði lønarendurgjaldi og uppsparing til eftirløn, sigur hann.
Haldfør skipan
Barsilsskipanin hevur verið fíggjarliga sperd ta seinastu tíðina, og tí hækkar inngjaldið bæði fyri at fáa hallið burtur og fyri at fíggja tað, sum longda tíðin kostar. Inngjaldið er í løtuni 0,71 prosent av lønini, og tað hækkar á nýggjárinum upp í 0,86 prosent. Hóast inngjaldið hækkar, so fara lønmóttakarar ikki at merkja hetta, tí gjaldið til ALS lækkar samstundis við 0,25 prosentstigum.
Ein orsøk til, at Barsilsskipanin hevur havt hall, er, at seinast, tá broytingar vórðu gjørdar í skipanini, hækkaðu inngjøldini ikki nóg nógv til, at tað svaraði til øktu útreiðslurnar, skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið.
Tær fýra vikurnar, sum koma afturat í Barsilsskipanini nú, verða lagdar afturat felagskvotuni hjá báðum foreldrunum. Tað merkir, at mamman fær rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, pápin í fýra vikur, og foreldrini kunnu frítt býta 34 vikur sínámillum.
Uppskotið um at broyta barsilslógina er lagt fyri Løgtingið saman við uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald