Innanlands

Bátadrátturin í Leirvík tikin í brúk

Bátaeigarar í Eysturkommunu hava nú munandi betri umstøður at gera viðlíkahaldsarbeiði

Dennis Hansen frá Kanjon, Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Janus Ryggshamar, havnarfúti, og Jógvan S. Jacobsen frá KSS (Mynd: Eysturkommuna)

Dennis Hansen frá Kanjon, Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Janus Ryggshamar, havnarfúti, og Jógvan S. Jacobsen frá KSS (Mynd: Eysturkommuna)

2020-10-06 19:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, mánadagin 5. oktober, var nýggi bátadrátturin í Leirvík tikin í brúk.

Sostatt kunnu bátaeigarar í Eysturkommunu nú síggja fram til at fáa munandi betri umstøður at gera viðlíkahaldsarbeiði, meðan báturin stendur á bátadráttinum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Nýggi bátadrátturin er har, sum gamla bátabrúgvin lá, millum kaiina og nýggja fjøruvegin.

[object Object]Mynd: Eysturkommuna

Tað er KSS, sum hevur tikið sær av stálarbeiðinum og hevur veitt sjálvt spælið. Skipanin tekur bátar upp til 15 bruttotons. Sp/f Kanjon hevur staðið fyri jørð-, betong- og el-arbeiðið.

Býráðið í Eysturkommunu hevur í hesum sambandi samtykt eina reglugerð fyri bátadráttin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder