Spennandi nýtt verður á Bátafestivalinum á Toftum leygardagin 4. mai, sum er hin 15. bátafestivalur á Toftum.
Í hesum sambandi verður okkurt nýtt og spennandi á skránni. Fyrireikararnir av Bátafestivalinum hava í hesum sambandi gjørt avtalu við “North Atlantic Xperience”, stytt NAX, sum koma við teirra spennandi og skjóttgangandi ribbáti. Møguleiki verður at sleppa umborð at sigla styttri túrar á umleið 10 minuttir á Skálafjørðinum.
Børn og vaksin fáa eisini møguleikan at royna rógving í kajakk í bátahylinum.
Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði við bátahylin og sjálvandi í og kring tjaldið á kaiøkinum.
Samstundis sum Bátafestivalurin er, skipar Nes kommuna eisini fyri Várdøgum. Umfatandi skráin fyri tiltøkini sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald