Innanlands

Bátur smíðaður í Sandavági: Hátíðarhald flutt til sunnudagin

Í sambandi við at bátur verður smíðaður í Steigartúni, verður móttøka um vikuskiftið – Vegna vánalig veðurlíkindi verður hátíðarhaldið, sum skuldi verða leygardagin, flutt til sunnudagin, boða fyriskiparar frá

2023-06-30 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Móttøkan, sum Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri í sambandi við, at bátur smíðaður á Steig í Sandavági, sum skuldi vera leygardagin 1. juli, er flutt til sunnudagin 2. juli.

– Vegna vánalig veðurlíkindi leygardagin 1. juli, verður hátíðarhaldið flutt til sunnudagin 2. juli 2023 klokkan 16.

Báturin verður smíðaður frá 1. juli til 15. september, tó verður steðgur í í viku 30, um ólavsøkumundið. Smíðað verður á fløtuni millum húsini Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavni/Suðuroyar-Dánjal. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.

Ætlanin við hesum bæði sjáldsama og spennandi tiltakinum er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T.d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga, skriva fyriskiparar m.a.

Skráin fyri tiltakið:

  • Dagbjørn Hansen bjóðar vegna fyrireikararnar vælkomin og greiðir frá verkætlanini.
  • Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um føroyska róðrarbátin.
  • Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá um føroyska bátin á UNESCO listanum.
  • Heini F. Petersen, fyrireikari og rithøvundur, greiðir frá um bátasmíð í Sandavági.
  • Felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt.
  • Sámal Ravnsfjall framførir nøkur løg.
  • Bók um bát og bátasmíð verður til keyps.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder