Frá 1. juli til 15. september verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í í viku 30, um ólavsøkumundið. Smíðað verður á fløtuni millum húsini Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavni/Suðuroyar-Dánjal. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.
Ætlanin við hesum bæði sjáldsama og spennandi tiltakinum er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T.d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga.
Fyrireikararnir av tiltakinum siga, at bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.
Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar.
Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so at fólk fáa at vita, hvussu bátur verður smíðaður.
Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini, sum byrjar við almennari móttøku í Sandavági 1. Juli kl. 14.00.
Skráin er henda:
-Dagbjørn Hansen bjóðar vegna fyrireikararnar vælkomin og greiðir frá verkætlanini.
-Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um føroyska róðrarbátin.
-Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá um føroyska bátin á UNESCO listanum.
-Heini F. Petersen, fyrireikari og rithøvundur, greiðir frá um bátasmíð í Sandavági.
Felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt.
Sámal Ravnsfjall framførir nøkur løg.
Bók um bát og bátasmíð verður til keyps.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald