Í næsta mánað gevur Charles Spencer jallur út bók um systir sína, Dianu prinsessu.
Bókin hevur fingið heitið "Swan Song: Diana, My Sister". Hetta skriva altjóða miðlar í dag.
- Eg fari at tosa vegna Dianu og gera tað á ein opnan og positivan hátt, ljóðar frá Charles Spencer.
Sambært Charles Spencer fær hann eina rúgvu av fyrispurningum um samrøður um systir sína.
- Tað hevur sannført meg um, at festa mínar egnu tankar og minnir niður á blað heldur enn at hava hava óbehag av at enn einaferð lesa meiningar hjá øðrum. Meiningar, sum eru baseraðar uppá ósannindi, sum við tíðini eru góðtikin, sigur hann í tíðindaskrivi.
- Endamálið við bókini er at greiða frá sannleikanum um Dianu frá mínum perspektivi sum beiggi hennara, eins og eg royndi at gera tað, tá eg talaði til jarðarferð hennara.
Diana prinsessa doyði eftir eina ferðsluvanlukku í franska høvuðsstaðnum París 31. august í 1997. Hon gjørdist 36 ár.
Í bilinum var eisini egyptiski filmsframleiðarin Dodi Fayed, sum hon var saman við, og hann doyði eisini. Vanlukkan hendi tá bilførarin royndi at koyra undan paparazzifotografum sum jagstraðu tey.
-
Charles Spencer (Mynd: Daniel Leal/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Diana prinsessa her saman við synunum Harry og William og Charles táverandi krúnprinsi (Mynd: Johnny Eggitt/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Diana prinsessa og Charles kongur giftust í 1981 (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
-
Her sæst beiggi Dianu prinsessu, Charles Spencer umgirdur av Charles kongi (til høgru), Harry prinsi, William prinsi og Philip hertogi av Edinburgh (Mynd: Jeff J Mitchell/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald