At síggja til eru færri aprílsøgur í ár enn undanfarin ár, og nógvar orsøkir kunnu vera til tað. Ein er uttan iva, at álvarsama tíðin við koronasmittuni, sum herjar kring allan heimin.
Tó eru nakrir miðlar og felagsskapir sum hava gjørt um seg við aprílsøgu í dag.
Vit hava niðanfyri savnað nakrar av søgunum.
Beinagrind og forngripur undir Kirkjubø
Góðan morgun Føroyar, KVF
Tá teir í nátt sprongdu í Sandoyartunlinum funnu teir eitt helli undir Kirkjubø. Teir, sum komu fyrst á staðið, sóu, at ein beinagrind var at hóma. Eisini glitraði ymiskt ímillum grótið, sum bendir á at forngripur liggur jarðaður undir Kirkjubø. Hoyr alla søguna her.
KÍ og HB skuldu hittast klokkan 16
Norðlýsið, nordlysid.fo
FSF hevur tikið avgerð um at spæla fyrsta dystin sum eitt slag av royndarverkætlan. Dysturin verður millum KÍ og HB. Tað hevur tí verið hemmiligt fram til nú fyri at minka um vandan fyri at áskoðarar skulu møta upp. Tí hevur FSF útvegað sær serliga útgerð við einum serligum slagi av graslíkisvølli, sum er skjótur at flyta millum bygdir og leggja á, har ein ynskir tað.
Dysturin skuldi spælast í Norðoyggjum, men júst hvar, var hildið hemmiligt. Les alla søguna her.
Hotell á Slættaratindi
Vágaportalurin, vp.fo
Fólk á Eiði hava undrast um, at fýra kinesarar nú í eina tíð hava búleikast á Eiði og at hesir hava luttikið á fundi á skrivstovum hjá Eiðis kommunu. Nú er so avdúkað, at hagastýrið og Eiðis kommuna hava undirskrivað sølusáttmála við nevndu kinverjar um, at teir fáa fullan ræðisrætt á Slættaratindi frá 1. juli og fyribils 25 ár fram.
Tað ljóðar, at ætlanin við hesum átaki, er at menna ferðavinnuna og at kinverjar fara at byggja 5-stjørnað hotell ovarlaga á Slættartindi við útsýni vestur í hav. Les alla søguna her.
Danska stjórnin letur eina millión til standmynd í Havn
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Danski mentamálaráðharrin hevur verið fyri kritikki tí hon ikki hevur raðfest mentanarøki, og hevur vent sær til Sjúrða Skaale, fólkatingslim, og biðið um uppskot hvat stuðul kann latast til í Føroyum.
Sjúrður gav henni nógv hugskot, og greiddi m.a. frá, at meðan næststørsti býur Føroya hevur fingið eina standmynd, ið á listarligan hátt ímyndar búskaparliga grundarlagið undir býnum, so hevur høvuðsstaðurin einki slíkt býarmerki, sum kann sameina fólkið.
Hann segði, at ein stórur café latte-koppur, á líknandi hátt sum húkurin ger í Klaksvík, kundi skapt virðing fyri teimum, sum halda hjólunum í gongd og skapa tann vøkstur, ið samfelagið livir av. Les alla søguna her.
Javnstøðunevndin niðurleggur sítt arbeiði
Javnastøðunevndin
Nú koronakreppan herjar og fólk eru send heim, er so at siga alt samfelagið vent á høvdið.
- Vit kunnu tí ikki annað enn staðfesta, at vit hava fingið fulla javnstøðu í Føroyum. Nú so nógvir menn eru farnir til hús og kvinnurnar halda samfelagnum koyrandi, er einki eftir hjá Javnstøðunevndini at arbeiða fyri, sigur Lív Patursson, samskipari í javnstøðumálum.
- Endamálið hjá Javnstøðunevndini er sostatt rokkið fyribils, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna, sum við blandaðum kenslum fer til hús í dag 1. apríl, nú alt virksemið hjá Javnstøðunevndini steðgar. Les alla søguna her.
Christian Andreasen umhugsar sína støðu í Fólkaflokkinum
Vágaportalurin, VP
- Um einki av teimum feløgunum, teimum neyvt 154 feløgunum, sum eg umboði, fær nakra kreppuhjálp, so umhugsi eg alvorliga mína støðu í Fólkaflokkinum, sigur Christian Andreasen í drúgvari samrøðu við VP. Les alla søguna her.
Prestur skrivar undir hjá B68
B68
Tofta ítróttarfelag hevur í dag gjørt sáttmála við Ova Brim. Talan er um ein 1 ára sáttmala. Øssur Hansen høvuðsvenjari gleðist um at hava fingið ein royndan leikara til hópin 2020. Les alla søguna her.
Kappingarleisturin fastlagdur, Betri eDeildin
Betri Deildin, FSF
- Vit koma skipa Betri Deildina 2020 sum eina eFótbóltskapping, har feløgini í Betri Deildini koma kappast á PS4 í spælinum eFootball PES 2020, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini.
Vit fegnast um, at kappingin á hendan hátt kann byrja alt fyri eitt, og greitt er, at fyrsta eUmfar verður longu í dag, 1. apríl 2020. Les alla søguna her.
Sebastian Pingel aftur til HB
B36
Støðan í løtuni ger, at B36 noyðist at skaffa sær nøkur eyka oyru, so at felagið kann rekast víðari. HB hevur allatíðina ynskt at fáa Pingel aftur, og nú møguleikin bleiv, so hevur B36 gjørt eina góða avtalu, sum tryggar at B36 klárar at koma snikkaleyst undan. Les alla søguna her.
Landskappingin strikað og alternativ kapping verður. Pingel skal hjálpa til
HB
Avgerð er tikin um at strikað landskappingina 2020. Men tit vera ikki snýtt heilt fyri fótbólt, tí feløgini eru farin saman um eina alternativa kapping. Ístaðin fyri at spæla á vøllinum, verður kappingin flutt á Playstation, har øll fara at dystast í spælinum Pro Evolution Soccer.
Fyri at finna útav hvør skal spæla ímóti hvørjum, verður skipað fyri brotssparkskapping á Tórsvølli, í dag kl. 13. Pingel skuldi vera brotssparksskjútti hjá HB, og skuldi skjóta sítt spark kl. 13.36. Les alla søguna her.
Uttan iva eru fleiri, sum vit ikki hava fingið við. Tit eru vælkomin at viðmerkja og leinkja til tær niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald