Innanlands

Beinir beinleiðis í DR leygarkvøldið

Syngur í beinleiðis sending av Christiansborg í sambandi við at grundlógin verður 175 ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-30 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í ár verður danska grundlógin 175 ár, og í tí sambandi skipar Danmarks Radio fyri beinleiðis sjónvarpssending við felagssangi av Christiansborg leygarkvøldið 1. juni kl. 19 til 20 føroyska tíð.

Kendir danskir sangarar og tónleikarar fara at spæla løg, sum øll kenna og duga at syngja.

Føroyski Beinir er ein teirra, sum fer at spæla á Christiansborg leygarkvøldið. Vertir í sendingini verða Katrine Muff og Johannes Langkilde, sum síðan 2021 hava skipað fyri sendingini “Fællessang – hver for sig” á DR.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder