Innanlands

Beinir stendur sterkur í løgmansstríðnum

34,1 prosent av veljarunum peika á formann Fólkafloksins, Beinir Johannesen, sum løgmann eftir komandi løgtingsval, vísir veljarakanning hjá Portalinum. So stór hevur undirtøkan fyri honum ikki verið fyrr

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-13 13:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt meira bendir á, at 28 ára gamli Beinir Johannesen, bróðursonur núverandi løgmans, gerst løgmaður eftir komandi løgtingsval.

Í veljarakanningini, sum Portalurin kunngjørdi í farnu viku, stóð Fólkaflokkurin til at gerast nógv størsti flokkur við 32,9 prosentum av atkvøðunum – næstan triði hvør veljari, ið hevði tikið støðu til, hvar krossurin skal setast, hevði sett hann við Fólkaflokkin.

Í somu veljarakanning, har 500 fólk vórðu spurd mánakvøldið í farnu viku, spurdu vit eisini, hvønn tey ynsktu skal vera løgmaður eftir komandi val.

Og tá vóru tað 34,1 prosent, sum peikaðu á formann Fólkafloksins, Beinir Johannesen. So stór hevur undirtøkan fyri honum ikki verið fyrr.

Les eisini: Undirtøkan fyri Fólkaflokkinum aftur vaksandi

Næststørst undirtøku hevur – enn – formaður Sambandsfloksins. 17,9 prosent peikaðu á Bárð á Steig Nielsen.

Meðan tað vóru 16,9 prosent, sum peikaðu á sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum.

Munurin millum Bárð og Aksel er tann, at tað gongur afturá hjá Bárði, meðan tað nú er farið at ganga fram á aftur í undirtøkuni hjá sitandi løgmanni.

Aksel V. Johannesen fekk í undanfarnu kanningunum undirtøku frá 15,8 og 15,5 prosentum av veljarunum. Hjá Bárði á Steig Nielsen er støðan hin øvugta. Í undanfarnum kanningum hevur undirtøkan fyri honum ligið á 20 prosentum og omanfyri – nú eru tað 17,9 prosent, sum peika á formannin í Sambandsflokkinum.

Sirið missir eisini

Sum siðvenja er, so eru tað ikki nærtil eins nógv, sum peika á forfólkið hjá Tjóðveldi. Eftir at Sirið Stenberg gjørdist forkvinna, fekk hon hampuliga undirtøku – upp í góð 15 prosent í mars í ár, men síðan hevur tað gingið støðugt afturá, og nú eru tað 11,5 prosent, sum halda at forkvinnan í Tjóðveldi skal gerast løgkvinna.

500 veljarar vórðu spurdir í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin mánakvøldið 3. november. Av teimum vóru tað 11,6 prosent, sum ikki høvdu tikið støðu, og tað vóru 12,7 prosent, sum ynsktu onkran annan er forfólkini í flokkunum til løgmann.

Stendur eisini sterkur í egnum flokki

Hyggja vit eftir undirtøkuni, sum løgmansevnini fáa frá egnum veljarum, so sæst eisini, at Beinir Johannesen stendur sterkur í egnum flokki, har 87 prosent av fólkafloksveljarunum peika á formannin.

Hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum eru tað ávikavist 79 og 75 prosent av veljarunum, sum peika á egnan formann.

Í Tjóðveldi fær Sirið Stenberg í hesum spurningi einans undirtøki frá einum góðum helmingi av veljarunum. 20 prosent av tjóðveldisveljarunum peika á sitandi løgmann og 15 prosent peika á ‘onkran annan’.

Kanningin vísir, at veljararnir hjá Framsókn standa væl saman um Rugh Vang í spurninginum, hvør skal vera løgmaður/-kvinna. 64 prosent av framsóknarveljarunum peika á forkvinnuna og 20 prosent á ‘onkran annan’.

Soleiðis er ikki í Miðflokkinum. Einans 28 prosent peika á Jenis av Rana sum løgmansevni. Nógv teir flestu miðflokkaveljararnir, oman fyri helmingurin, peika á Beinir Johannesen. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder