Tað fyrsta á longu dagsskránni í tinginum í dag eru munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk.
Sí eisini: Fosturtøka og lønir til løgtinsfólk á breddanum seinnapartin
Sambært yvirlitinum á lotging.fo skulu 17 spurningar svarast. Løgtingsfólk kunnu gera ymiskar viðmerkingar og seta uppfylgjandi spurningar.
Landsstýrismaðurin í samferðslu- og fiskivinnumálum, Dennis Holm, hevur higartil svarað uppá spurningar um ljós í bergholum, Nólsoyarleiðina og Teistan, undir landingar uttanlands undir verkfalli.
Til ber at fylgja við og síggja allar spurningarnar HER
Seinni í dag eru mál sum fígging til kampus hjá Fróðskaparsetrinum, fosturtøkulógin og hægri løn til løgtings- og landsstýrisfólk á skránni. Talan er um aðru viðgerðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald