2020-07-13 16:27
Heilsumálaráðið hevur í dag dagført tølini fyri koronakanningar.
Síðani leygardagin eru 1.562 kanningar framdar. Allar hava verið negativar, og tað hava 24.516 av teimum nú 24.704 koronakanningunum í Føroyum verið.
188 fólk hava fingið staðfest korona í Føroyum. Eingin hevur í løtuni smittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald