Innanlands

Beint undir 9.000 koronakanningar gjørdar

Seinastu smittutilburðirnir vórðu staðfestir 22. apríl - harvið er næstan ein mánaði farin síðani, at nakar tilburðir seinast varð staðfestur í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-20 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.716 kanningunum. Hetta boðar Heilsumálaráðið frá, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronavirusinum. Hetta byggir á í alt 8.986 kanningar. 

55 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar vóru negativar. Síðani 23. apríl hava allar kanningarnar verið negativar. Beint undir ein mánaði er síðani seinastu staðfestu tilburðirnir (tveir í tali 22. apríl).

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

Les eisini: 1.075 kannaði fyri andevni móti korona

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder