Tórshavnar Kommuna: Beinta Ingeborg Greve og Sanna Bæk Hoydal hava fingið játtaðan stuðul úr Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein.
Tórshavnar kommuna umsitur grunnin, sum fekk tvær umsóknir í ár, og báðar umsóknirnar vórðu gingnar á møti.
Stuðulin er 20.000 krónur í part.
Klassiskur sangur í Íslandi
Beinta Ingeborg Greve er 21 ára gomul og úr Nólsoy, men býr í Reykjavík, har hon gongur á Listaháskóla Íslands við klassiskum sangi sum høvuðsgrein.
Áðrenn tað hevur eisini gingið á miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla, har hon hevur fingið undirvísing í solosangi.
Hon hevur verið virkin á nógvum tónleikapallum og framført sang og sjónleik. Eitt nú hevur hon verið solistur hjá Føroya Symfoniorkestri og í Ólavsøkukórinum á Tinghúsvøllinum.
Hevur framført nógv og verið á tónleikaskúla í Danmar
Sanna Bæk Hoydal er 22 ára gomul og býr í Tórshavn.
Eisini hon hevur gingið á miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla og fingið undirvísing í solosangi har.
Hon hevur verið solistur í ymiskum verkætlanum, millum annað í verki hjá Teiti Lassen í 2019, í Ólavsøkukórinum á Tinghúsvøllinum og til jólakonsertir hjá Symfoniorkestrinum, og hevur harumframt eisini gingið á tónleikaskúla í Danmark.
Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald