
Mikudagin varpaði útvarpssendingin Breddin m.a. ljós á umstøður hjá orðblindum, har tað m.a. kom fram, at føroyskt tilfar í m.a. náttúrulærugreinum er ov avmarkað ella ikki tøkt.
– Lærarar og næmingar mugu leita eftir fløgum og fløguspælarum fyri at kunna fylgja við. Føroyskt tilfar til orðblind er ikki teldutøkt, og harvið verður ikki fylgt við tøkniligu menningini, sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Hon hevur tí sett landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, fyrispurning hesum viðvíkjandi. Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at ikki nóg nógv og nóg gott tilfar á føroyskum er í m.a. náttúrulærugreinum til fólk við lesitrupulleikum?
2. Hvat verður gjørt fyri at skipa so fyri, at gott og egnað tilfar er tøkt til fólk við lesitrupulleikum?
3. Nær kann væntast, at tilfar til orðblind og fólk við lesitrupulleikum er teldutøkt, so tað er lætt at finna fram og brúka í undirvísing?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald