2018-09-25 14:17
Á nevndarfundi í Betri P/F í gjárkvøldið avgjørdi nevndin at siga forstjóran í Betri P/F, Ben Arabo, úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er samstarvstrupulleikar innanhýsis í samtakinum.
Tað skrivar Betri í tíðindaskrivi seinnapartin.
Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er fyribils sett sum forstjóri í Betri P/F, inntil nýggjur forstjóri er funnin.
Á nevndarfundinum valdi næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran. Í hansara stað varð Gunn Danielsen vald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald