Innanlands

Ben Arabo ikki eitt gott "match" við Betri

So greið er Aslaug Gisladóttir, forkvinna í Betri-samtakinum, um uppsøgnina av stjóranum

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-25 16:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað eru nakrir breiðir trupulleikar, sum vit ikki síggja møguleikar fyri at loysa. Tí eru vit komin har til, at vit hava tikið tað drastiska stigið, at loysa tað uppá hendan mátan.

- Tað skapar nakað av ófriði nú, men tað er við tí fyri eyga at fáa frið í organisatiónini, segði Aslaug Gisadóttir, forkvinna í Betri-samtakinum, við útvarpið fyri løtu síðani.

Hon segði, at tað vóru nakrar avbjóðingar komnar fram við stjóranum, og at nøkur átøk vóru sett í verk. Sum skilst vóru átøkini ikki nøktandi, og tí sá nevndin ikki nakran annan møguleika at koyra stjóran frá.

Aslaug Gisladóttir segði, at Ben Arabo “ikki var eitt gott match við hetta samtakið”.

Ben Arabo fær sambært roknskapinum løn í eitt ár eftir at hann er uppsagdur. Tað er tilsamans 2,6 milliónir krónur.

Hann byrjaði í starvinum 1. desember í fjør og hevur sostatt bara sitið í 10 mánaðir.

Á nevndarfundinum valdi næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran.

Les eisini: Ben Arabo farin úr starvi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder