Mentan

Benjamin Hav avloysir Simon Kvamm sum dómara

Útskifting við X-Factor borðið: Vællýddi Kvamm gevst, og Hav legst afturat Blachman og Oh Land

Prátingarsami Thomas Blachman heldur fram sum dómari, tað ger Oh Land eisini, men tann triði persónurin verður ein annar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Prátingarsami Thomas Blachman heldur fram sum dómari, tað ger Oh Land eisini, men tann triði persónurin verður ein annar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-12 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska TV2 hevur í dag kunngjørt eina broyting í dómara-tríbólkinum í sínari vælumtóktu undirhaldssending X-Factor.

Í apríl boðaði Simon Kvamm frá, at hann eftir trý ár steðgar sum dómari. Fyrrverandi oddamaðurin í Nephew og nú í Hugorm hevur verið vældámdur sum X-Factor dómari, og vann hann eisini bæði tey fyrstu árini: Við gentugreipuni ROSÉL og síðani songkvinnuni Helené Frank.

Nú er greitt, at tað verður Benjamin Hav, sum skal avloysa Kvamm. 40-ára gamli er kendur sum partur av rapp-greipuni Benal og fyri sína einstalinkayrkisleið.

Har hevur Hav millum annað gjørt hol í sjógvin við "Du ligner din mor", sum hann syngur saman við Lukas Graham.

Maðurin, sum eisini hevur gjørt vart við seg á Youtube, skal í í vetur og nakað inn í 2026 finna og rágeva spentum nýggjum songnøvnum.

Benjamin Hav legst afturat dómaratoyminum, sum telur Thomas Blachman, sum verður í sendingini á 18. ári, og Oh Land (Nanna Øland Fabricius), ið eisini er roynd á økinum.

Frá 1. januar og nakrar mánaðir fram er X-Factor á skíggjanum hjá TV2 hvørt fríggjakvøld, og tað savnar vanliga nógvar danir - og fitt av føroyingum.

Fleri føroyingar hava gjørt vart við seg í talentkappingini; millum annað við at koma í finalur. Linda Andrews vann X-Factor í 2009, tá tað framvegis var nýtt - og á DR.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder