2018-08-07 15:18
Heilar 3,4 milliónir krónur. Tað var tað, sum Benny Nielsen vann í gekkinum í fyrsta snari fríggjadagin. Hann setti allar pengarnar á gula leypin.
Benny var á vitjan í Kringvarpinum leygardagin til eitt prát. Benny greiddi frá, at tað kendist óveruligt, tí hóast hann hevði vunnið, so hevði hann ikki fingið pengarnar í hondina enn.
Tað fekk hann so í dag, og Kári Sólstein, kringvarpstjóri, handaði Benny Nielsen methøga gekkavinningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald