Innanlands

Ber ikki til at siga við vissu hvussu nógv fólk eru testað fyri korona

Talið av testum svarar ikki til talið av fólkum, sum eru testað, tí nøkur eru testað fleiri ferðir

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-13 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggjastu koronahagtølini frá landslæknanum í dag vísa, at higartil eru 8.638 fólk testað fyri koronasmittu. Hetta svarar til umleið 16,5 prosent av fólkatalinum í landinum.

Men hetta talið samsvarar ikki til talið av fólkum, sum eru testað, tí tað eru fleiri fólk, sum eru testað fleiri ferðir. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum starvast í heilsuverkinum.

So hóast vit kunnu vera errin av stóra talinum av testaðum fólkum, so er tað talið, sum verður uppgjørt, ikki veruliga talið av testaðum fólkum tilsamans. Tað viðgongur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

- Tað eru nøkur fólk, sum hava verið testað fleiri ferðir, men eg haldi ikki, at talið av teimum ávirkar heildarmyndina so nógv, sigur Lars Fodgaard Møller, og upplýsir samstundis, at í løtuni ber ikki til at útgreina talið, so at vit kunnu fáa at vita hvussu nógv eru testað tilsamans í mun til hvussu nógvar testir eru gjørdar.

- Men tað er greitt, at hetta er áhugavert at fáa at vita, og vit ætla eisini at fáa tølini útgreinað seinni, so at munur verður gjørdur á samlaða talinum av testum og samlaða talið av testaðum. Vónandi kunnu vit gera tað skjótt, sigur landslæknin.

Hann kann í løtuni ikki siga, hvussu nógv eru testað fleiri ferðir. Men hansara leysliga meting er, at um núverandi tal svarar til góð 16 prosent av samlaða fólkinum, so liggur talið av fólkum, sum eru testað, kanska eitt sindur nærri teimum 14 prosentunum, heldur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder