Innanlands

Ber ikki til at søkja friðskjól í Føroyum

Viðkomandi hevur gist á politistøðini, og verður sendur til Danmarkar seinni í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-07 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur í Syria hevur í nátt gist á politistøðini í Havn. Hann kom við flogfarinum úr Danmark í gjár fyri at søkja friðskjól – asyl – í Føroyum.

Men tað ber ikki til, fekk viðkomandi at vita. Tað kann bert gerast í Danmark. Tí verður maðurin sendur til Danmarkar við flogfari í morgun.

Syrialendingurin hevur annars friðskjól í øðrum ES-landi frammanundan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder