Uttanlands

Berlusconi deyður

Silvio Berlusconi, ið var forsætisráðharri í Italia í trimum umførum, andaðist í morgun, 86 ára gamal

Silvio Berlusconi, fyrrverandi forsætisráðharri í Italia (Mynd: EPA)

Silvio Berlusconi, fyrrverandi forsætisráðharri í Italia (Mynd: EPA)

2023-06-12 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er deyður, 86 ára gamal.

Berlusconi andaðist á San Raffaele-sjúkrahúsinum í Milano í morgun, har hann hevði verið innlagdur síðan fríggjadagin.

Hann hevur fleiri ferðir verið innlagdur á sjúkrahúsi seinastu mánaðirnar. Hann hevur m.a. fingið viðgerð fyri blóðkrabba, og stutt síðan hevði hann eisini lungnabruna, skrivar Ritzau.

Berlusconi, sum í 90unum stovnaði flokkin Forza Italia, sum hann eisini var formaður fyri, var forsætisráðharri í Italia í trimum umførum – frá 1994 til 1995, 2001 til 2006, og frá 2008 til 2011.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder