Aftur í ár skipaði Sinnibati fyri stórum tiltaki á Altjóða Sálarheilsudegnum týsdagin 10. oktober. Í ár var tiltakið við Løkin í Runavík, og í ár fekk Bernhard H. Petersen virðislønina.
– Bernhard hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum. Hann var við í arbeiðinum, tá Frelsunarherurin fyri 25 árum síðani læt Herbergið upp, segði nevndin í Sinnisbata m.a. í grundgeving sínari.
Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, sum handaði virðislønina. Røðan, sum landsstýriskvinnan helt í sambandi við handanina, kann lesast her.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum handaði virðislønina týsdagin (Mynd: ammr.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald