Fuglafjarðar skúli, Runavíkar kommunuskúli og Eysturskúlin í Tórshavn. Hetta eru teir skúlarnir sum í skúlaárinum 2024/2025.
- Talan er um móttøkuflokkin í Runavíkar kommunuskúla, sum hevur verið í hálvt annað skúlaár, móttøkuflokkin í Eysturskúlanum fyri flóttar, sum hevur verið síðan ukrainskir flóttar komu til Føroya, og so ein nýggjur, sum verður eitt samstarv millum Fuglafjarðar skúla og skúlan í Eysturkommunu. Í Undirvísingarstýrinum hevur eisini verið ein onnur umsókn, men hon lýkur ikki treytirnar at hava nóg mikið av næmingum; minsta kravið er sjey næmingar.
Soleiðis skrivar Skúlablaðið í dag um støðuna viðvíkjandi móttøkuflokkum. Hetta er serstakir flokkar fyri næmingar, sum hava annan upprunan enn føroyskan. Hesir skulu millum annað vera við at skunda undir tilgongdina at læra føroyskt - júst málið er ein stórur trupulleiki hjá nógvum skúlanæminum, sum eru flutt til Føroya
Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sigur, at tað eru kommunurnar, sum skulu søkja um at fáa móttøkuflokk til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál.
Seinastu tvey skúlaárini hevur Tórshavnar kvøldskúli havt móttøkuflokk við næmingum úr fleiri fólkaskúlum í kommununi. Hesin heldur ikki fram, og sum skilst er eingin ítøkilig ætlan um at stovna nýggjan móttøkuflokk í kommununi í næstum, skrivar Skúlablaðið, ið eisini hevur ymisk tøl yvir næmingar við øðrum uppruna.
- Hetta skúlaárið eru tað 224 næmingar við útlendskum uppruna í fólkaskúlanum. Talið av næmingum, ið hava annan ríkisborgaraskap enn føroyskan, er vaksið munandi seinnu árini. Serliga er talið av næmingum, ið hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Evropa, vaksið. Tað eru 113 næmingar, ið hava sín uppruna uttan fyri Evropa. Fyri 15 árum síðan vóru hesi 21 í tali og fyri 10 árum síðan 45. Flestu næmingarnir koma úr Asia (74), síðan Afrika (28) og Amerika (10).
Talið av næmingum, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, er fimmfaldað síðan 2009. Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, staðfestir í samrøðu við Kringvarpið, at tríggir móttøkuflokkar um landið er ov lítið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald