2020-11-06 13:15

Heldur ikki í gjár varð nakar staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, og sostatt hava vit havt seks dagar uttan smittu, skrivar corona.fo.
Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa eisini, at 492 av teimum 495, ið eru staðfest positiv í Føroyum, nú eru frísk aftur. Hetta merkir, at bert tríggir persónar eru positivir í løtuni.
Tilsamans eru nú 156.744 kanningar gjørdar í Føroyum. Í gjár vórðu 354 kanningar gjørdar.
Eingin er í løtuni innlagdur við covid-19 í Føroyum, og 17 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald