2020-07-21 08:44
Alifyritøkan Luna í Sandavági, ið framleiðir aldan laks og hevur alibrúk á Sørvági, Miðvági, Vestmanna og Heystfirði umframt á Víkum, hevði eitt gott 2019.
Samlaða úrslitið gjørdist 163 milliónir eftir skatt - í 2018 var tað 152 milliónir. Hetta skrivar vp.fo
Heimasíðan skrivar, at partafelagið Luna hevði í fjør sítt nógv besta ár hvat sølu viðvíkir. Nettosølan var 773 milliónir. Tað eru 93 milliónir fleiri enn í 2018. Eginognin var 767 milliónir krónur
Úrslitið í ár verður ikki eins gott orsaka av koronastøðuni. Laksaprísurin er ávirkaður, og tað kann eisini ávirka úrslitið í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald