Innanlands

Betesda og Keldan avlýsa møtir og tiltøk komandi tíðina

Eisini hava missións- og meinigheitshús og aðrar samkomur kring landið avlýst sítt virksemi

Keldan fer at stroyma sunnukvøldsmøti, umframt ungdómsmøti leygarkvøld

Keldan fer at stroyma sunnukvøldsmøti, umframt ungdómsmøti leygarkvøld

2020-03-12 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag boðaði Fólkakirkjan frá, at allar guðstænastur í mars eru avlýstar, og at coronavirusi og nýggjastu tilmælini fara at hava ávísa ávirkan á dóp, ferming vígslu og jarðarferðir. Júst hvat liggur í hesum seinasta verður meira greitt í morgin.

Les meira: Fólkakirkjan avlýsir guðstænasturnar - ivasamt við jarðarferðum og fermingum

Ymiskar samkomur kring landið hava nú eisini avlýst alt sítt virksemi. Harímillum tann størsta brøðrasamkoman, Betesda í Klaksvík, og tann størsta frísamkoman, Keldan í Skálafirði. Eingi møti ella onnur tiltøk verða - Betesta skrivar komandi 14 dagarnar - Keldan skrivar til onnur boð koma frá landsmyndugleikunum.

Keldan kemur at hava Awake, sum er undómsmøti leygarkvøld, og sunnudagsmøti ígjøgnum youtubekanalina hjá Kelduni - Keldan Netvarp.

Tað eru nógvar aðrar samkomur kring landið, sum avlýsa síni tiltøk. Til dømis meinigheitshúsini í Havn og á Skála og missiónshúsi Thabor í Fuglafirði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder