Mentan

Bethel Music spælir konsert í Kelduni í Skálafirði

Bethel Music er kent navn innan kristna tónleikapallin

2018-07-04 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

5. august verður konsert við Bethel Music í Kelduni í Skálafirði.

Bethel Music, úr Redding California, er kent navn innan kristna tónleikapallin. Bólkurin hevur síðan 2001 givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg.
 
Millum sangarar teirra eru Brian & Jenn Johnson, Jeremy Riddle, Steffany Gretzinger, Hunter Thompson, Leeland, Bethany Wohrle og Jonathan Helser.
 
Høvuðssangarnir í føroyum verða Hunter Thompson og Bethany Wohrle, ið hava bólk við sær.
 
Konsertin verður sunnukvøldið 5. august í Kelduni og vænta fyrireikarnir ein fullan sal. 
 
Toymið frá Bethel Music luttekur eisini á morgunmøtinum í Kelduni sunnudagin 5. august.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder