Innanlands

Betongið spilt - blokadan tænti endamálinum

Blokadan hjá verkafólkum bleiv brotin um 13 tíðina tá ein bilførari koyrdi móti mannamúgvuni

(Mynd: Verkafólk)

(Mynd: Verkafólk)

2024-05-31 15:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eini 80 fólk hava í allan dag staðið verkfallsvakt hjá byggifyritøkunum Articon og J&K Petersen á Hjalla og forða fyri, at blandibilar sluppu at taka upp, tað sum tey meta sum verkfallsrakt arbeiði.

Hetta hevur verið lutfalsliga ódramatiskt í morgun, men klokkan 13 eydnaðist einum bilførara at bróta blokaduna, tá hann koyrdi móti verkfallsvaktunum.

Verkafólk skriva, at verkfallsvaktirnir fingu flutt seg.

Sambært fakfeløgunum var betongið í bilinum longu spilt, og varð beint burtur á Gomlurætt.

- So blokadan hevur tænt sínum endamáli, siga verkafólk.

Feløgini hava fráboðað málið til løgregluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder