Innanlands

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum. Broytingarnar koma í gildi 15. august

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-24 13:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í farnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna. Hesuferð er rentan hækkað við 0,25%.

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 15. august.

Til ber at kunna seg um renturnar í Betri Banka her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder