2024-12-20 19:51
Rentulækkingarnar halda áfram.
Í síðstu viku lækkaðu evropeiski miðbankin og Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum, og hetta hevur vanliga við sær, at broytingar verða gjørdar í Føroyum.
Soleiðis verður nú eisini stutt undan jólum: Hetta hevur nú við sær, at Betri Banki eisini fer at lækka renturnar.
Hesum boðar Betri Banki frá í skrivi í dag.
- Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,15 prosentstigum. Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,15% stigum.
Broytingarnar koma í gildi 20. januar 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald