2020-09-29 12:25
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Betri Banki hevur í dag sagt fimm fólkum úr starvi. Tað visti tíðindaportalurin vp.fo at fortelja í morgun.
Jean Djurhuus, bankastjóri, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at tað er broyttur eftirspurningur eftir tænastunum hjá bankanum, sum er orsøk til, at minkað verður um starvsfólkini.
- Atferðin hjá kundunum er broytt og harvið eisini eftirspurningurin, segði Jean Djurhuus við útvarpið.
Orsaka av hesum, eru upplatingartíðirnar á kassadeildunum eisini styttar, og tí er ikki sami tørvur á arbeiðsfólki, sigur bankastjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald