Innanlands

Betri banki smáar 150 milliónir í avlopi

Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum

(Mynd: Betri banki)

(Mynd: Betri banki)

2025-09-05 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrra hálvárið hevur verið merkt av framhaldandi øktum virksemi hjá bankanum, og úrslitið vísir eitt avlop á 146 mió. krónur eftir skatt.

Eftir fleiri ár við hækkandi rentustøði, hevur tað verið lækkandi síðan juni í fjør. Tískil lækka rentuinntøkurnar hjá bankanum eisini fyrra hálvár í ár.

Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum. Harvið vuksu útlánini við umleið 500 mió. krónur, og innlánini vuksu við umleið 1 milliard krónum fyrra hálvár í ár.

Harumframt hevur bankin havt góð íløguavkast samstundis sum tað er eydnast at halda útreiðslunum niðri. Leiðslan í Betri Banka metir tí hálvársúrslitið at vera nøktandi, men metir tó, at lækkandi renturnar fara at síggjast aftur í úrslitinum við árslok.

- Úrslitið hjá Betri Banka fyrra hálvár er eitt úrslit av, at vit støðugt fáa fleiri kundar, megna at hava tamarhald á útreiðslunum og at tað framvegis er framgongd í føroyska búskapinum, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Úrslitið eftir skatt er 146 mió. krónur
Úrslitið áðrenn skatt er 178 mió. krónur
Fíggjarstøðan javnvigar við 13.550 mió. krónur
Útlánini eru 9.079 mió. krónur
Innlánini eru 10.489 mió. krónur
Eginpeningurin er 2.620 mió. krónur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder