Lága altjóða rentustøðið og herd lógarkrøv til kapital ger, at Betri Banki ger broytingar í rentum og kostnaðum. Endamálið er at gera ávís útlán meiri kappingarfør og samstundis tillaga raksturin til herdu lógarkrøvini, skrivar bankin í tíðindaskrivi í dag.
Fyri privatkundar merkir hetta, at kundar, sum hava innlán hægri enn 750.000 krónur, fara at gjalda eina rentu á 0,75 prosent. Hetta er tó ikki galdandi fyri pensjónsuppsparingar og uppsparingar hjá børnum og ungum.
Rentan á ávísum útlánum hækkar við upp til 0,5 prosent, meðan ávísir privatir kostnaðir hækka.
Bankin vil tó gera tað lagaligari fyri tey, sum vilja læna pengar til bústað og gera íløgur í orkuvinarligar loysnir. Tí lækkar bankin bústaðarrentuna á 1. veðrætti til 2,75 prosent, og orkulán lækka til 2,25 prosent.
Fyri vinnukundar merkja broytingarnar, at vinnukundar framyvir fara at gjalda 0,75 prosent fyri innlán. Somuleiðis hækka ávísar útlánsrentur við upp til 0,5 prosent, og ávís gjøld hjá vinnukundum hækka somuleiðis.
Allar broytingarnar fáa gildi frá 1. apríl.
(Rættað kl. 13.07. Skeiv upphædd í undiryvirskrift)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald