![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
At áhugin at búgva tætt við Eysturoyartunnilin, sum skjótt verður liðugur, er stórur, tykist eingin ivi at vera um, og at hetta er orsøkin til at sethúsaprísurin í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin er vaksin nógv, er eisini mest sannlíkt.
Miðal sethúsaprísurin í hesum økinum er næstan 650.000 krónur hægri enn í Eysturoynni sum heild, og sethúsaprísirnir í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin eru hækkaðir við 31 prosetum seinastu árini.
Hetta skeivar Betri í frágreiðing, har víst verður á, at bústaðarbyrðan í økinum eisini er vaksandi: Hon er farin úr 17 prosent upp í 23 prosent frá 2019 til 1. hálvár 2020.
Til ber at lesa og síggja meira um gongdina her
Kristine Ellingsgaard, leiðari hjá Betri Banka í Saltangará, sigur at gongdin er natúrlig, tí Eysturoyartunnilin ger tað meira lokkandi at seta búgv í Eysturoynni.
- Vit síggja, at eftirspurningurin verður størri og størri frá fólkum í øllum landinum. Miðalprísurin fyri eini hús tætt við Eysturoyartunnilin er framvegis nógv lægri enn í Tórshavn. Tá koyritíðin úr til dømis Havn til Runavíkar verður stytt niður í 16 minuttir, so sigur tað seg sjálvt, at tað kann verða lokkandi fyri fleiri fólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald