Innanlands

Betri: Nógv virksemi og hækkandi rentur

Roknskapurin fyri fyrra hálvár gav eitt úrslit á yvir 133 milliónir krónur

2023-09-06 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir eitt úrslit á 133,3 milliónir krónur eftir skatt, og Betri Banki hevði ein solvens á 31prosent. Tað merkir, at Betri Banki er millum tryggastu peningastovnarnar í danska kongaríkinum.

Útlánini eru økt við smáum 500 milliónum krónum, meðan innlánini eru økt við góðum 700 milliónum krónum.

Inntøkurnar farnað hálvár vórðu væl hægri, enn mett varð frammanundan. Tað kemst serliga av hækkandi rentuinntøkum. Tað hevur eydnast at halda útreiðslunum á einum lutfalsliga lágum støði, og sostatt er úrslitið fyri hálvárið gott. Hetta hevur somuleiðis givið høvið til at hækka rentustøðið á flestu av bankans innlánsproduktum, har fleiri verða yvir 3 prosent per 15. septembur.

Somuleiðis verður innlánsrentan á lønarkontum hjá privatkundum ásett til 0,25 prosent tann 15. septembur.

Bankin hevur ikki havt tap av sínum útlánsvirksemi í ár.

Jean Djurhuus, forstjóri, er væl nøgdur við úrslitið:

- Kundaskarin er vaksin seinastu árini, og roknskapurin vísir okkum, at Betri Banki gongur fram á teimum røttu og týdningarmiklu økjunum.

- Samstundis sum bankin veksur, hevur bankin styrkt sítt kapitalgrundarlag og hevur megnað at hildið fast í einum lágum kostnaðarstøði. Og nú fáa vit veruliga bjóðað okkara innskjótarum eina munagóða innlánsrentu á produktum, sum ikki hava verið áhugaverd í fleiri ár, sigur forstjórin

Fyri alt roknskaparárið 2023 metir leiðslan, at úrslitið verður á leið 220 til 260 milliónir krónur eftir skatt.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2023:

  • Úrslit eftir skatt: 133,3 mió. krónur
  • Útlán: 7,8 mia. krónur
  • Innlán: 9,2 mia. krónur
  • Solvensur: 31%

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder