Innanlands

Betri samstarv við vinnuna í Vági

Vágs Býráð hevur sett sær fyri at fáa ment samstarvið millum Vágs Kommunu og vinnuna í Vági – 4. mars verður fyrsti vinnudagurin í Vági

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-02-01 18:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs Býráð hevur sett sær fyri at fáa ment samstarvið millum Vágs Kommunu og vinnuna í Vági, og síðani hevur verið arbeitt við hesi ætlan. Í fjørsummar samtykti Havna- og vinnunevndin so uppskot um at gera ein vinnudag fyri vinnuna í Vági.

– Uppskotið bleiv væl móttikið í Havna- og Vinnunevndin, og nevndin varð samd um, at arbeiðast skuldi víðari við uppskotinum, saman við starvsfólkunum í Miðlatúni, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini, sambært heimasíðuni hjá Vágs kommunu.

Miðlatún hevur loypandi arbeitt við uppskotinum um vinnudag, sum liður í ætlanunum í at menna samstarvið millum kommununa og vinnulívið. Úr hesum ætlanum kom eisini Business Vágur, sum er ein tænasta fyri vinnuna og sum arbeiðir fyri, at íverksetarar og vinna fáa hjálp og betri umstøður at mennast víðari.

Starvsfólkini í Miðlatúni hava sett saman eina ætlan fyri vinnudagar, har ætlanini eisini er at fáa Vágs Skúla við. Luttøkan hjá Vágs Skúla er fyri, at næmingar kunnu síggja hvørjir møguleikar eru í Vági til at fáa lærupláss, og hvat krevst fyri at fáa til dømis eina handverkara- ella skrivstovuútbúgving.

4. mars verður tann fyrsti vinnudagurin í Vági og eftir tað verða næmingar í Vágs Skúla bjóðaðir at tosað við vinnuna í Vági, og meira kunning um hetta kemur seinni, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder