Innanlands

Betri Trygging: 190 mió. kr. til tryggingartakarar í ár

Í fyrra hálvár í 2020 veitti Betri Trygging 60 mió. meira í skaðaendurgjald enn sama tíðarskeið í fjør – Fyrra hálvár í ár hevur verið merkt av óvissu, og hevur tørvurin á hjálp verið størri enn vanligt, sigur stjórin

2020-09-25 07:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri Trygging veitti skaðaendurgjøld fyri 190 mió. kr. fyrra hálvár í 2020. Tað eru 60 mió. kr. meira enn fyrra hálvár í fjør. Hetta er serliga orsakað av stórum tryggingarskaðum í sambandi við ódnarveðrið mánaðarskiftið februar/mars. Eisini hevur koronafarsóttin merkt talið av skaðum, serliga avlýsingar og ferðaskaðar.

Talið av skaðum fyrra hálvár í ár var sostatt hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í ár eru 1.427 fleiri skaðar fráboðaðir. Tó vóru færri skaðar í tíðarskeiðinum mars og apríl, tá koronafarsóttin hevði við sær, at føroyingar vóru heima.

Úrslitið fyrra hálvár í 2020 vísti eitt avlop á 8 mió. kr. áðrenn skatt. Samlaða úrslitið verður mett nøktandi, tá havt verður í huga, at stórir tryggingarskaðar og koronafarsóttin hava merkt virksemið hjá felagnum higartil í 2020.

- Vit hava lagt stóran dent á at hjálpa okkara kundum, sum brádliga blivu partur av eini altjóða farsótt. Fyrra hálvár hevur verið merkt av óvissu, men tørvurin á okkara hjálp hevur verið størri enn vanligt. Vit eru eitt sterkt felag og eru brynjað til okkara høvuðsuppgávu, sum er at veita tryggleika til okkara kundar, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.

Hálvárið í stuttum:

Úrslitið áðrenn skatt: 8 mió. kr.
Bruttotryggingargjøld: 214 mió. kr.
Skaðaendurgjøld tils.: 190 mió. kr.
Tal av skaðum: 7.227
Eginogn: 649 mió. kr.
Solvensdekningur: 293%

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder