Innanlands

Betri Trygging í undanvindi

Roknskapurin fyri fyrra hálvár vísir eitt avlop á 34 milliónir krónur

Ingun Eiriksdóttir, forstjóri

Ingun Eiriksdóttir, forstjóri

2025-10-01 14:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár vísir Betri Trygging á góð úrslit, nú felagið hevur eitt yvirskot á 34 milliónir krónur eftir skatt fyrra hálvár í ár.

– Yvirskotið stavar frá tryggingarvirksemi og íløguavkasti. Veðrið háttaði sær væl, og tí vóru færri stórskaðar. Og hóast tollhækkingar og handilsavmarkingar góvu íløgurnar eisini eitt positivt íkast, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Færri stormar merkja sostatt færri skaðafráboðanir. Fyrra hálvár í ár komu 6.376 fráboðanir inn, samanborið við 7.459 sama tíðarskeið í 2024.

Í krónum og oyrum svarar hetta til 195 milliónir krónur í skaðaendurgjøldum í fyrra hálvári 2025, sammett við 254 milliónir fyrra hálvár 2024.

Gamla tryggingarfelagið stendur stútt, og solvensdekningurin er nú 281 prosent.

– Tilverugrundarlagið hjá Betri Trygging er nokk so einfalt: Tá ið illa vil til hjá okkara kundum, so traðka vit til og hjálpa. Fyri føroysk húsarhald og føroyskar fyritøkur – og harvið ein stóran part av føroyska samfelagnum – virka vit sum ein fíggjarligur linnari, sigur Ingunn.

Hetta sást aftur í roknskapinum í fjør, sum taldi 407 milliónir í skaðaendurgjøldum. Tá fekk felagið 14.000 skaðafráboðanir, sum var met høgt.

Góða veðrið hetta hálvárið hevur ført við sær eitt úrslit á 34 milliónir krónur eftir skatt. Um somu tíð í 2024 var úrslitið 22 milliónir krónur eftir skatt.

– Vit fegnast um góða roknskapin, sum hevur verið higartil. Men hesi tølini merkja samstundis, at í ár hava færri húsarhald og fyritøkur verið fyri skaða, og tað gleðast vit sanniliga eisini um, leggur stjórin afturat.

Roknskapurin sæst her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder