placeholder
Innanlands

Betri: Tryggingartakarin svíður ikki fyri stjóra- og nevndartryggingar

Betri sigur í kvøld, at stjóra-og nevndartryggingar hjá fyrrverandi stjórum og nevndarlimum ikki ávirka tryggingartakaran

Betri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Betri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-21 21:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hevur verið ført fram, at tryggingartakarin í Betri Trygging skal gjalda fyri, at stjóra- og nevndartryggingar eru teknaðar. Hetta er ikki rætt, sigur Betri í fráboðan í kvøld.

Teir tríggir oddamenninir í fyrrverandi Eik banka vóru í vikuni dømdir at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Fíggjarligt støðufesti. Odd Bjellvåg váttaði fyri Kringvarpinum, at tryggingin hjá Betri rindaði ein stóran part av rokningini, sum teir hava fingið fyri kollsiglda bankan. Men hetta fer ikki at ávirka tryggingartakaran, vissar Betri um.

- Tryggingartakarin verður ikki ávirkaður av hesum, og stjóra- og nevndartryggingar ávirka í sera lítlan mun roknskapin hjá Betri Trygging fyri 2019, verður sagt í fráboðanini.

- Sum eitt ískoyti kann nevnast, at vanliga verða stjóra- og nevndartryggingar endurtryggjaðar av øðrum tryggingarfelagi uttanlands, sigur Betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder