2026-11-22 09:35
Eldurin á Skála skipasmiðju kyknaði í einum turkirúmi, har ein elradiatorur og ein hitablásari stóðu, hava brandteknikarar staðfest.
Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Lagt verður afturat, at eingin illgruni er um eldáseting ella eitt stórt brot á trygdina.
Tað var mikukvøldið, at eldur kyknaði í einum timburhúsum á skipasmiðjuni á Skála, og sløkkiliðið arbeiddi alt kvøldið og alla náttina við eldsløkking og eftirsløkking.
Sí eisini: Myndir: Stríðast móti eldinum á Skála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald