Innanlands

Betri umstøður til demensdeildirnar á Lágargarði

Ein millión afturat varð játtað í síðstu viku. Hetta til at betra um akustikk og ljósviðurskifti á demensdeildini. Tórshavnar kommuna hevur fyri kortum nýtt yvir eina millión krónur til køkin.

Í samráð við leiðsluna á Lágargarði hevur bygningsdeildin avgjørt, at peningurin er best nýttur til at betra um akustisku- og ljósviðurskiftini á deildunum

Í samráð við leiðsluna á Lágargarði hevur bygningsdeildin avgjørt, at peningurin er best nýttur til at betra um akustisku- og ljósviðurskiftini á deildunum

2026-10-28 13:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farið verður nú undir at bøta um umstøðurnar á demensdeildunum á Lágargarði.

Tað var í desember í fjør, at býráðið játtaði tvær milliónir krónur av meirinntøkunum í 2024 til tillagingar á Lágargarði. 

Av hesum fóru 1,2 milliónir krónur til køk, og restin skuldi nýtast til demensvinarlig átøk á Lágargarði.

Í samráð við leiðsluna á Lágargarði hevur bygningsdeildin avgjørt, at peningurin er best nýttur til at betra um akustisku- og ljósviðurskiftini á deildunum. 

Tí samtykti eitt einmælt býráð á býráðsfundinum 22. oktober, at játta 1 mió til at betra um akustikk og ljósviðurskifti á demensdeildini.

Góðar royndir eru av at leggja mineralulls-plátur á raftir undir verandi loft.  Samstundis verða nýggj loftsljós við døgnrytmustýring monterað á nýggja loftinum. 

Mett verður at kostnaðurin av nýggjum loftum og ljósum verður 1,2 mió. Írestandi upphæddin á áleið 0.2 mió. kr verður fíggjað av rakstrarkontu til umsiting og røkt av bygningum. 

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder