Innanlands

Bíða eftir betri veðri

Sleiparin Bestla liggur á Hulki við nýggjum aliflaka sum skal til Íslands. Hann er úr betong

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-09-17 15:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Hóast tað hevur verið dýrdarveður við Føroyar í vikur, so liggur sleiparin Bestla úr Hanstholm á Hulki og bíðar eftir betri veðri.

Hann er komin úr Tróndheimi í Noregi við einum nýggjum aliflaka, sum skal til Djúpavág á Eysturlandinum í Íslandi.

- Hetta er ein nýggjur aliflaki, sum er 40 metrar langur og 20 metrar breiður og vigar umleið 2500 tons. Hann er allur úr betong og stingur 2,7 metrar, so hann er tungur at sleipa.

Tað sigur Martin, sum er skipari á Bestla.

- Flakin hevur átta siloir, sum taka 700 tons av fóðri tilsamans. Hann hevur tveir ljósmotorar, men er eisini riggaður til landsstreym. Harafturat hevur hann eina battarískipan, sum motorarnir løða um dagin, og sum letur streym um náttina, tá motorarnir eru sløktir. Tað kallast ein “hybridflaki” í dag, sigur hann. 

- Flakin hevur uppihaldsrúm, skrivstovu, vesir, brúsu og skrivstovu, men ikki kømur. Flakin hevur eina endaflatu í sjónum á umleið 50 fermetrar, so vit skulu flyta nógvan sjógv, tá vit sleipa. Tí sleipa vit bara umleið 3,5 míl um tíman, og koma tí at hava umleið 72 tímar til Djúpavág og í besta veðri, sigur Martin.

- Tað er gott veður við Føroyar nú, men ikki so gott í Íslandi. Tí koma vit óivað at bíða í nakrar dagar, áðrenn vit sleppa víðari, tí vit skulu hava gott veður allan vegin, sigur Martin.

Tað er felagið SCALE/AQ, sum hevur gjørt flakan og Ice Fish Farm sum eigur hann.

Fimm mans eru við Bestla, sum eisini sleipaði havransóknarskipið Jákup Sverra til Føroyar fyri umleið tveimum árum síðan.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár og fekk eitt prát við manningina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder