74 dagar eftir samanstoytin uttan fyri Bergen, tá norska sjóverjuskipið Helge Ingstad sakk, verður framvegis bíðað eftir líkindum at gera eina roynd at hevja skipið uppaftur.
Síðst í hesi vikuni er helst fyrsta høvið, har veðrið er somikið frægt, at ein roynd kann verða gjørd, skrivar NRK.
Neyðugt er við góðveðri í fimm til seks dagar fyri at kunna bjarga skipinum.
Síðan fregattin rendi saman við tangaskipinum Sola TS hevur norska sjóverjan arbeitt við at tryggja fregattina og fyrireika bjargingina, men veðrið hevur ikki verið til vildar, serliga hjá kavarunum, sum skulu niður fyri at festa í skipið, so at tað kann hivast upp.
Les eisini: Norskt herskip rendi á tangaskip og rendi á land
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald