Donald Trump, sum situr sum amerikanskur forseti til í morgin, hevur sett úr gildi fleiri forðingar fyri at ferðast til USA, eitt nú frá Schengen-londunum.
Skipanin skuldi koma í gildi í komandi viku, men Joe Biden, ið tekur við sum amerikanskur forseti í morgin, hevur longu boðað frá, at hann fer at ógilda hesa fráboðan so skjótt sum hann gerst forseti, skrivar Ritzau.
Hvítu húsini boðaðu í nátt frá í einum tíðindaskrivi, at landamørkini 26. januar aftur fóru at verða latin upp til ferðandi frá teimum 26 Schengen-londunum.
Eisini var ætlanin at lata upp landamørkini fyri ferðandi úr Brasil, Bretlandi og Írlandi.
Samstundis sum latið varð upp fyri ferðandi til USA, var eisini ætlanin at seta í verk eitt krav um at vísa netagiva korona-test fyri at sleppa inn í landið.
Men Joe Biden tekur ikki undir við, at USA tekur hesar forðingarnar aftur.
- Eftir ráðum frá okkara serfrøðingum, ynskir Biden ikki at sleppa hesum forðingum, og tí fara galdandi reglur at standa við eisini eftir 26. januar, skrivar Jen Psaki, miðlatalsmaður hjá Biden á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald