Hósdagin boðaði Stephen Breyer, hægstarættardómari í USA, frá, at hann fór at gevast í summar.
Stephen Breyer er ein av trimum liberalum hægstarættardómarum, og hann hevur sitið í hægstarætti í meira enn 27 ár. Nú hann gevst, fær amerikanski forsetin, Joe Biden, sostatt høvi at tilnevna ein nýggjan dómara at sita komandi mongu árini og sostatt varðveita núverandi býtið millum konservativar og liberalar dómarar.
Breyer er 83 ára gamal og sostatt elsti hægstarættardómarin í løtuni. Síðan Joe Biden gjørdist forseti, hava tey liberalu heitt á hann um at fara frá, so Joe Biden kann tilnevna ein nýggjan hægstarættardómara, meðan demokratar enn hava valdið bæði í Hvítu Húsunum og Senatinum, skrivar NBC News.
Tey liberalu harmast nevniliga um, at Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist í september 2020, var verandi í hægstarættinum ov leingi, og átti hon at lagt frá sær, meðan Barack Obama var forseti. Men tað gjørdi hon ikki, og tí bar til hjá táverandi forsetanum, Donald Trump, at tilnevna enn ein konservativan dómara til hægstarættin – Amy Coney Barret.
Sambært tíðindastovuni Reuters umhugsar Joe Biden nú at tilnevna 55 ára gomlu J. Michella Childs, ið er dómari í South Carolina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald