2020-06-21 22:45
Tað sást aftur á bilarøðini á Krambatanga í kvøld, at jóansøka hevur verið um vikuskiftið, og at nógv høvdu leitað sær suður.
Í kvøld skuldu allir gestirnir norð aftur. Allar røðirnar á keiøkinum vóru fullar, og bilar stóðu heilt niðan á landsvegin, sæst á mynd sum Suðuroyarportalurin hevur lagt út.
Smyril sigldi tveir túrar til Havnar ein dag. Ein hálvgun tíggju fyrrapartin, og ein hálvgun seks í kvøld. Sum skilst sluppu allir bilarnir við.
Sambært ferðaætlanini fer Smyril av Tvøroyri aftur klokkan seks í morgin árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald